BYGGIconsult VEITIR LOYSNIR INNAN PROJEKTLEIÐSLU
Havi øll hesi, - skjótt 20 árini,verið partur av flest øllum stigunum í almennari, og fyri ein part eisini privata, verkætlanartilgongd, og havi sostatt drúgvar royndir innan hetta. Havi ein hollan kunnleika til vinnuna, og tey atlit fyrisiting skal duga at taka til, og duga at handfara í sínum samstarvi við, bæði aðrar myndugleikar, og privatu vinnuna.
Havi verið við til at starta upp bygningsviðlíkahaldsskipaninar, CareTaker, og seinni aftur MDocFM hjá Torshavnar kommunu.
Og eg havi, í starvið hjá LANDSVERK, startað upp hesa betraða skipan til umsiting- og bygningsviðlíkahald av landsins ognum við MDocFM.
Ábyrgd av rakstrinum, og ger av fíggjarætlanum fyri ognunum, hjá bæði Tórshavnar kommunu og landinum, og útbúnaðinum á tekniska økinum hjá Tórshavnar kommunu.
Starvaðist sum býararkitektur hjá Torshavnar kommunu í 10 ár. Hevði ábyrgdina av býarskipanini, byggimálsviðgerð, lendisviðurskiftir, herundir leiðari hjá býargartnarinum, húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu.
Haraftrat øllum sektor-íløgubyggjaríum hjá Tórshavnar kommunu.
BYGGIconsult kann m.a. veita projektleiðslu innan:
-
BÝARSKIPAN
-
BYGGIVERKÆTLANUM
-
SEKTORPLANLEGGING
-
VIÐLÍKAHALD AV OGNUM OG ORKUSPARING
-
UMHVØRVISMENNING OG PLANLEGGING