top of page

BYGGIconsult VEITIR YMSAR LOYSNIR INNAN BYGGIHARRARÁÐGEVING

At vera byggiharri kann vera ein stór og kompleks uppgáva, og tað er tískil avgerðandi frá byrjan at greina mál, møguleikar og avbjóðingar, soleiðis at verkætlanin kann gerast so nágreiniliga lýst sum tilber. Hetta kann gerast týðandi parturin at fáa eina væleydnaða verkætlan. 

Í einhvørjari verkætlan, er tað týdningarmikið at skipa seg frá byrjan, og at tað leypandi verður fylgt upp uppá projekttilfarið, tíðina og fíggjarstøðuna

BYGGIconsult kann hjálpa byggiharra gjøgnum hesar innleiðandi partarnar, har visión, málsætningurin og succeskravfestingar skullu greinast.

 

Tað er júst í hesum partinum, at rúm er fyri at hugsa kreativar og innovativar loysnir, ið tryggja at byggiharri kann fáa ta best møguligu verkætlanina innan fyri ásettan fíggjarkarm. Tað er umráðandi, frá byrjan, at avstemma forvæntningar um góðsku, fíggjarligt rásarúm og tíðarætlan.

Vanligt er, at byggiharraráðgeving er partur av allari verkætlanini – frá útboð av ráðgeving til útboð, samráðing, bygging og liðuggerð – og skipan av tíðarætlanum, fíggjarstýring og góðskutrygging, alt við atlitið til mynduleikakrøv og sáttmálar. Ymiskt er hvussu ynskini til  byggiharraráðgeving eru, og tillagingar til tørvin hjá byggiharranum, vera sostatt altíð gjørdar.

 

BYGGIconsult kann m.a. veita byggiharraráðgeving innan:

  • SKIPAN AV VERKÆTLANINI

  • FRAMLEIÐSLA AV RÁÐGEVARASÁTTMÁLUM OG SAMRÁÐING

  • GERÐ AV BYGGISKRÁ

  • MYNDULEIKAVIÐURSKIFTIR

  • PROJEKTERING OG ÚTBOÐ

  • FRAMLEIÐSLA AV ARBEIÐSTAKARASÁTTMÁLUM OG SAMRÁÐING

  • BYGGILEIÐSLA

  • TÍÐ - OG FÍGGJARSTÝRING

  • GÓÐSKUTRYGGING

  • AVHANDING OG GARANTISÝN

bottom of page