top of page

BYGGIconsult

 

Mikael Harald Viderø, aldur 47ár. 

Búsitandi í Føroyum. Arkitektur MAA, AF

Havi seinastu 2,5 árini starvast hjá MAP arkitektum innan projektering, projektleiðslu, byggileiðslu og eftirlit.

Frá 2015 - 2018 var eg tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu. Hetta vóru lærurík ár, har ábyrgd og leiðsla vóru stýrandi fyri mín dagligdag. Realiseringin av ætlanum, tilgongdin frá tanka til verkið, ressoursuallokering,  fyrireiking, samráðing og útinning, vóru mítt virkisøkið, bæði innan løgur, og dagligi raksturin hjá Tórshavnar kommunu. 

Umsiting og menning av bygningsviðlíkahald og rakstrargøgnunum hjá Tórshavnar Kommunu. 

Tórshavnar kommuna hevði, hesi árini, ein rakstur á tekniska økinum uppá uml. 150 mio kr, og løgubygging á uml.130 - 150 mio kr árliga.

Áðrenn hetta, havi eg havt starv í 3 ár sum deildarleiðari á BYGGIDEILDINI hjá Landsverk. Har havi eg lagt aftrat mínum førleikum og royndum innan leiðslu av almennari fyrisiting, verkætlanarleiðslu, bygningsviðlíkahald, planlegging, samstarv millum polittisku skipanina og fyrisiting, í landshøpi og á altjóða støði. 

Starvaðist sum býararkitektur hjá Tórshavnar kommunu í 10 ár frá 2002 - 2012. Hevði ábyrgdina av býarskipanini, byggimálsviðgerð, lendisviðurskiftir, herundir leiðari hjá býargartnarinum, húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu. Haraftrat øllum sektor-íløgubyggingum  hjá Tórshavnar kommunu. 

Umframt starvið sum býararkitektur, røkti eg starvið sum tekniskur stjóri, saman við býarverkfrøðingunum í tíðarskeiðinum medio 2004 til 2006.

Hesi seinastu árini, havi eg nomið mær kunnleika, førleikar og royndir,  - innan mest sum somu økini, ið eg kenni so væl frá tíðini, sum almennur byggiharri , og týðandi partur av føroysku byggivinnuni. Tó soleiðis, at eg meti meg hava lagt afturat, við einum munandi breiðari avsetti nú frá privatu vinnuni sum ráðgevi og projekterandi.  

Havi øll hesi skjótt 20 árini, verið partur av, flest øllum stigunum í almennari, og fyri ein part eisini privata, verkætlanartilgongd, og havi sostatt drúgvar royndir innan hetta. Havi ein hollan kunnleika til vinnuna, og tey atlit fyrisiting skal duga at taka til, - og duga at handfara í sínum samstarvi við, bæði aðrar myndugleikar, og privatu vinnuna. 

15179038_10154772801979185_2266487998316

EIGARI

MIKAEL VIDERØ

Architect MAA, AF

tlf. nr. +298 21 19 55

bottom of page